Tað er Finnbogi Arge, landsstýrismaður, sum hevur ábyrgdina av Strandferðsluni, og hann dugir væl at síggja trupulleikan, sum stovnurin er í.
? Vit gjørdu beinan-vegin tingið vart við, at fekk stovnurin ikki størri játtan ella slapp stovnurin ikki at hækkað prísirnar, so fór at vera trupult at fáa raksturin at hanga saman.
Tað sigur Finnbogi í sambandi við, at strandferðslan skal finna um sjey milliónir krónur uttan at tað sæst aftur á tænastustøðinum.
Hann skilir eisini, at støðan hjá stovninum er trupul at hava við at gera, og tað skal serliga síggjast frá teirri síðuni, at tað eru ikki so nógv, sum er til at taka um so er, at stovnurin ikki fær størri játtan.
? Ein av trupulleikunum er, at ein lutfalsliga stórur partur av meirútreiðslunum fellur í fyrsta ársfjórðingi. Ein annar er, at vit eru farin undir árið, og tað merkir, at skulu sparingar gerast á stovninum, so koma tær at gerast so mikið meira ógvusligar. Tíðarskeiðið er jú styttri at spara í, sigur Finnbogi Arge.
Landsstýrismaðurin skilir eisini støðuna, sum leiðslan á stovninum hevur tikið um, at tað ikki kemur upp á tal at seta hol á kassakredittin.
? Stovnsleiðslan vil ikki brúka peningin uttan at játtanin fyriliggur, og tað er ein skilagóð støða at hava, sigur landsstýrismaðurin.
Støðan hjá SL er kortini ikki loyst, og í løtuni ber ikki til at siga, nær ein loysn fyriliggur.
Í fyrsta umfari skal málið fyri landsstýrisfund og har kemur tað, so skjótt sum frágreiðingin frá stovninum fyriliggur.
? Og tað vænti eg verður fyrsta dagin, sigur Finnbogi Arge at enda.