Slíkt góðtaka vit als ikki

Stjórin í P/F Bil sigur, at tað verður als ikki góðtikið, at teirra førarar koyra 150 km/t. Sunnumorgunin misti ein hýruvognsførari koyrikortið.

Eilev Berg, nevndarformaður í P/F Bil, váttar fyri in.fo, at tað var ein av teirra hýruvognum, sum varð steðgaður í Kaldbaksbotni sunnumorgunin.

 

Bilførarin koyrdi 150 km/t.

-          Vit góðtaka als ikki tílíkt. Vit taka tað javnan upp við allar okkara bilførarar, at teir skulu halda hámarksferðina og ikki koyra óforsvarligt, men tíverri gekk okkurt galið hesa ferð, sigur Eilev Berg.

 

 

Les eisini Hýruvognur koyrdi 150 km/t

 

Bilførarin, sum misti koyrikortið, missir sjálvandi eisini møguleikan at halda fram at koyra fyri P/F Bil.

- Nú minna vit aftur hinar bilførararnar á, at teir mugu koyra forsvarliga og halda hámarksferðina, sigur hann.

 

Eilev Berg sigur, at hendingin hendi í samband við G. Fyri nøkrum árum síðani var eisini onkur ákæra um, at hýruvognar koyrdu uttan fyrilit í samband við G!

- Eg gjørdi tá nógv burtur úr at kanna málið, men kann við vissu staðfesta, at tað ikki vóru bilar hjá hvørki P/F Bil ella P/F Auto. Men sum sagt, vit hava regluliga fundir við okkara bilførarar, har vit millum annað minna teir á teirra ábyrgd í ferðsluni, sigur Eilev Berg.