Sløkkiliðsstøðin, Undirsjóvartunnil

Nú so nógv hevur verið umrøtt at gera seg tilreiðar her norði í samband við gerð av undirsjóvartunnil um Leirvíksfjørð hevði eisini verið áhugavert at nomið við Klaksvíkar Sløkkilið og umstøður hennara.

Steinbjørn O Jacobsen,

varaborgarstjóri skrivar



Vit vita, at tá tunnilin er komin verða stór krøv sett í samband við bjargingar og sløkkiliðsútgerð, og her noyðast vit longu nú at gera okkum tilreiðar til hesa avbjóðing, tí eyðvita er, at tað skulu útgerðir og umstøður til hetta.

Vit hava í dag eina sløkkiliðsstøð við sera dugnaligari manning, sum alt samdøgrið eru til reiðar at traðka til, tá boð eru eftir teimum og hetta kennist trygt. Men tá vit hugsa um framtíðina, sum vit altíð eiga at gera, so mugu umstøðurnar betrast og í samráð við sløkkiliðið verður gjørd ein ætlan yvir tørvin á hesum fyri okkum øllum neyðuga stovnið.

Vit hava júst fingið eina Trygdarmiðstøð við Borðoyavík á høgum støðið og hetta er ein ógvuliga spennandi verkætlan, sum við góðum fólkið nú er farin av álvara til verka undir góðum umstøðum og henda ætlan hevur fingið góða undirtøku frá brúkaranum. Hesa verkætlan hevur Klaksvíkar Býráð skorða væl undir.

Tá nú Trygdarmiðstøðin er løgd á hesum høgliga stað, farið eg at mæla til at arbeiða miðvíst við at byggja eina nýggja Sløkkiliðsstøð uppi við Borðoyavík tætt við munnan til undirsjóvartunnilin ella við Ídnaðarøkið har, so hesir báðir stovnar av praktiskum grundum kundu samarbeitt um ymiskt.

Latið okkum verða skjót á sjóvarfallinum so vit ikki missa hetta av hondum, men verða tilreiðar í Klaksvík at takað okkum av hesum. Latið okkum Klaksvíkskinkar sum so mangan verða fyrst og fremst.

Verandi sløkkiliðsstøð ferð um stutta tíð ikki at kunna hýsa øllum teimum amboðum, útgerðum, sløkkiliðsbilum og tí skeiðvirksemið sum krevst, til at standa útbúgvin, um okkurt verður áfatt.

Á fíggjarætlanini fyri komandi ár er meiri peningur settur av til at útvega sløkkiliðnum betri umstøður, men hetta røkkur stutt, tá hugsa verður um tær veldugu avbjóðingar sum standa fyri framman.