Sløkkiliðnum í Havn manglar vatn

Ein størri eldsbruni hevði givið sløkkiliðnum stórar trupulleikar, tí vatn er einans á goymslu til fimm minuttir. Og óvissað er, um nakar dropið yvirhøvur kemur úr brandpostunum

­ Ein stórur eldsbruni kann altíð koma, men oddsini eru sera vánalig, nú turkur er, og nærum onki vatn er til.

Orðini eigur maðurin, ið stendur við ábyrgdini, um eldur verður fráboðaður í Tórshavnar Kommunu. Og sterkasta amboð hansara er vatn, men tað hevur turrveðrið beint fyri.

Fólk spyrja tí, um sløkkiliðið hevur nokk av vatni.

­ Tað vita vit ikki, fyrr enn eldur hevur verið, sigur Peter Seloy, sløkkiliðsstjóri.


10 tons á goymslu

Verður eldur fráboðaður, kann sløkkiliðið møta á staðnum við trimum bilum, ið tilsamans hava tíggju tons av vatni. Ein bilur hevur seks tons og tveir hava tvey tons hvør.

Men er talan um stóran eld í tættbygdum øki, røkkur hetta ikki serliga langt.

­ Eftir fimm minuttum so er alt tómt, sigur Peter Seloy.

­ Og tá vatni er uppi, tá er sløkkiarbeiðið liðugt, um vit ikki fáa vatn út vatnpostunum, leggur hann aftrat.

Er einki vatn í postunum, má ein alternativ vatnveiting koma

ístaðin. Og tað er, at tangabilur koyrir til og frá onkrum vatnposti, ið er bundin til vatngoymsluna í Havnardali.


Nýggjan tangabil

Hóast vatntrot er, so er Tórshavnar Sløkkilið ógvuliga væl fyri við útgerð og fyrireiking. Eitt nú kann nýggi stigabilurin, ið røkkur tredivu metrar upp, spjaða vatnið soleiðis, at tað dekkar eitt stórt umráði.

­ Hetta er sera hent, um vit skulu berjast við ein størri

takeldsbruna, sigur Peter Seloy.

Og ein tangabilur, ið rúmar 15 tons, er eisini ávegis. Hann kemur einaferð seinni í heyst.


Verið ansin

Týsmorgunin var sløkkiliðið úti í sambandi við, at onkur hevði tveitt grillkol niður í turt gras. Tað hendi einki hesaferð, men sløkkiliðsstjórin ávarar fólk og biður tey vísa serligan ans, nú drúgt turrveður hevur ligið leingi.

­ Tað skal nærum einki til, so fær eldurin fastatøkur, sigur Peter Seloy.