1. og 2. oktober hevði Trygdarmiðstøðin skeið við sløkkiliðnum á flogvøllinum í Vágum Undirvísarar á skeiðnum vóru Ólavur Hansen og Janus Joensen. Skeiðið var fingið í lag við góðum samstarvið millum leiðslunar á Vága floghavn og Trygdarmiðstøðini, sigur Trygdarmiðstøðin í tíðindaskrivi.
Talan var um 22 sløkkiliðsfólk og bjargarar. Evnið á skeiðnum var bjarging á sjónum og í fjørðu. Har luttakarinir serliga fingust við bátaføring, leiting, samskifti, navigering, upptøka úr sjónum og fjørðu o.s.fr.
Trygdarmiðstøðin sigur, at allir luttakararinir fingu nógv burturúr, og gekk tað framúr væl við øllum venjingunum.