Fiskaprísir
Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 68,2 tons á uppboðssølu fyri 972.000 krónur.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 14,25 krónur fyri kilo.
Eini 18 tons vóru av toski, og størstar vóru nøgdirnar av toski 3. Her var miðalprísurin 13,96 krónur fyri kilo.
Besti miðalprísurin fyri tosk á fiskamarknaðinum í gjár, var fyri bestu toskastøddina, tosk 1, sum fekk miðalprísin 21,07.
Eini 16 tons vóru av hýsu, men eins og verið hevur leingi, var hýsuprísurin einki serligur í gjár.
Besta hýsan, hýsa 1, fekk miðalprísin 8,74 krónur fyri kilo, meðan 8,4 tons av hýsu 2 fóru fyri einans slakar 7 krónur fyri kilo.
Eini 18 tons vórðu eisini seld av havtasku, og her var besti miðalprísur 27,59 krónur fyri kilo.
Vit kunnu leggja aftrat, at umleið 4,3 tons vórðu seld av upsa-og toskarognum.
Prísurin fyri toskarognini var 8 krónur fyri kilo, og fyri upsarognini var hann 6 krónur fyri kilo.










