Í heyst hevur norska løgreglan brúkt nógva tíð og orku upp á at leggja eitt velduga stórt putlispæl í royndini at finna út av, hvør kann hava verið í heiminum í Lørenskog í einum Sprox-skóm um morgunin hin 31. oktober í fjør, tá 69 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv.
- Vit halda framvegis, at slóðirnar eru settar av einum brotsmanni. Hetta siga vit, tí hesar slóðir eru runt um alt húsið - bæði á teppum og flísum, og tær eru settar bæði á serstakan hátt og á áhugaverdum støðum.
Tað sigur kanningarleiðarin hjá norsku løgregluni, Tommy Brøske. Løgreglan heldur nevniliga, at tað vóru ein ella fleiri brotsmenn, sum um morgunin hin 31. oktober í fjør framdu eina brotsgerð móti ríkmanskonuni í Lørenskog.
Hóast bræv lá í heiminum við kravi um loysigjald, heldur løgreglan kortini framvegis, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin. Um hon varð rænd við fíggjarligum endamáli, høvdu ránararnir havt latið hana givið frá sær lívstekin.
##med2##
Norska løgreglan sigur, at tað serliga er ein persónur, sum hevur latið eftir seg slóðir frá einum Sprox-skóm í heiminum í Lørenskog. Eins og bileigarar, sum vóru í økinum feigdarmorgunin, eru eisini skógvakeyparar spurdir um alibi.
Sprox-skógvakeyparar hava havt vitjan av løgregluni, har fólk eru spurd, hvar tey goyma skógvarnar, hvat eru vorðið av teimum, um teir ikki eru til longur og um fólk, sum løgreglan hevur vitjað, hava nøkur sambond við adressuna hjá Hagen-familjuni.
Keyparar av Sprox-skóm, sum áður eru dømdir fyri brotsgerðir, standa frammarlaga á listanum hjá løgregluni í royndini at loysa gátuna. Fólk, sum hava keypt hesar skógvar og hava goldið við korti, eru spurd, og roynt hevur eisini verið at finna fram til keyparar, sum hava goldið kontant.
##med3##
Anne-Elisabeth Hagen var gift miljarderinum, Tom Hagen, sum hevur goldið miljónir til hugsandi ránararnar í vónini um at fáa lívstekin frá konu síni, men higartil hevur alt verið til fánýtis, tó at mótparturin so seint sum í summar segði, at konan er á lívi.