Umhvørvi
Nýtt virki, sum skal viðgera sjúkt slógv frá alivinnuni, verður væntandi bygt á Eiði í næstum. Felagið Salmon Proteins, sum er samskipað undir Havbúnaðarfelagnum, Føroya Fiskavirking og Havsbrún, fer at eiga virkið.
Jógvan Emil Nielsen, stjóri í Salmon Proteins, sigur, at felagið hevur søkt um byggiloyvi á Eiði, og hevur fingið positiva viðgerð frá bygdarráðnum.
Talan er um at leggja virkið á eitt øki sunnan fyri tað innara grótkastið, Suðuri undir Gerði. Málið hevur verið fyri í friðingarnevndini fyri Eysturoy, sum hevur viðgjørt tað fyrst í december. Sum skilst, sigur Jógvan Emil Nielsen, er kærufreistin úti í, og honum kunnugt er eingin æra komin. So hann væntar, at farast kann undir verkætlanina heilt skjótt.
Fleiri byggistig
Hann greiðir frá, at talan er um eina verkætlan, sum skal gerast í fleiri stigum.
Fyrsta byggistig fer at umfata virkið, sum skal taka í móti og viðgera sjúkt alislógv, áðrenn tað verður flutt av landinum. Hetta er krav, sum alivinnan má ganga undir, sigur hann. Slógv frá sjúkum fiski verður savnað saman á kryvjivirkjunum og síðan flutt við afturlatnum tangabilum til virkið, har tað aftur verður latið í tangar, haðani tað so upp aftur verðut tikið so hvørt, sum viðgjørt verður.
?Á hendan hátt verður trygdin so góð, sum yvirhøvur ber til, og slógvið kemur ongantíð fyri mannaeygu aftur frá tí, tað fyrstu ferð fer í tangan á kryvjivirkinum, til tað er liðugt viðgjørt til útflutnings, sigur Jógvan Emil Nielsen.
Annað stig verður størri og helst eisini meira áhugavert, soeiðis at skilja, at tá verður talan um beinleiðis framleiðslu og gangnýtslu av slógvi.
Ætlanin er, sigur stjórin á Salmon Proteins, eitt nú at turka alislógv og vinna lýsi burtur úr, sum so aftur skal nýtast í fóðurframleiðslu til annað enn laksaaling.
Felagið Salmon Proteins er samskipan av alarum undir Førøya Havbúnaðarfelag, greiðir stjórin frá. Umframt eru eisini Føroya Fiskavirking og Havsbrún uppi í verkætlanini. Nevndarformaður í felagnum er Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon í Kollafirði. Eginpenignurin er í løtuni 5,4 milliónir krónur, verður upplýst.
Positivt bygdarráð
Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði, váttar, at bygdarráðið hevur fingið umsókn um at sleppa at byggja virkið á Eiði.
Hann sigur, at enn er endalig avgerð ikki tikin, tí øll loyvi, eitt nú frá friðingarmyndugleikunum, ikki eru tøk.
Men bygdarráðið hevur verið ógvuliga positivt í síni viðgerð higartil, og borgarstjórin ivast ikki í, at tá endaliga viðgerðin verður í bygdarráðnum, verður einmælt samtykt at geva byggilovi. Tað passar eisini væl inn í støðuna hjá bygdarráðnum um at geva vinnuni so livilig kor sum gjørligt, sigur hann.
Tordur Niclasen leggur afturat, at bygdarráðið sjálvandi hevur tryggjað sær, at øll viðurskifti annars eru í lagi so sum umhvørvisgóðkenningar og tílíkt. Og tað eru tey, er hann sannførdur um.
Borgarstjórin sigur, at sær kunnugt er eingin viðmerking komin til friðingarmyundugleikarnar um ætlanina Suðuri undir Gerði.
Nú kærufreistin til friðingarnevndina í Eysturoy er úti í dag, hevur Yvirfriðingarnevndin ein mánað at viðgera málið í. Tá tann tíðin er farin, vónar Tordur Niclasen, at bygdarraáðið beinanveg kann taka málið uppaftur og avgreiða tað.