Slóðbrótandi verkætlan steðgar lúsaplágu

Í góðum veðri sleppur laksur, sum svimur í nótum á 10 metra dýpi, undan laksalús, men í økjum við hørðum ráki verður lúsin drigin longur niður í sjógvin.

 

 

Heimsins størsta alifelag vil gera íløgur fyri miljardir og brúka norska undirvatnstøkni fyri at fáa bilbugt við lúsapláguna. - Hetta verður avgjørt størsta íløga, vit nakrantíð hava gjørt, sigur verkætlanarleiðarin hjá Mowi, fyrrverandi Marine Harvest, Henrik Trengereid, við NRK.

Alifelagið vil brúka 3,1 miljardir norskar krónur til at menna eitt alibrúk við havbotnin, treytað av, at myndugleikarnir vilja góðtaka eina slíka verkætlan.

Mowi hevur leingi hildið kortini tætt at kroppinum í samband við verkætlanina, tey rópa ”Aquastorm”, men nú hevur felagið fingið ”patent” – ella einarætt – upp á hesa skipan og kann soleiðis almannakunngera verkætlanina.

Henrik Trengereid sigur, at alifelagið hevur brúkt munandi peningaupphæddir upp á hesa verkætlan. Lykilin til verkætlanina er kunnleikin um instalatiónir undir vatni, har norska oljuvinnan er í heimsflokki.

Tá mong vilja steðga oljuvinnuni, og politikarar snakka um grøna ”skiftið”, noyðist Noreg at finna nýggj bein at standa á innan ídnaðin. Eitt av hesum er aling, har stjórnin heldur, at henda vinnugrein kann fimmfaldast innan ár 2050.

- Vit vilja halda fram at byggja á tað, sum vit duga, bæði tá ræður um aling og annan ídnað. Vit styðja okkum at pionerarbeiðnum hjá norskari oljuvinnu, sum skal umskipast til matvøruvinnu, sigur Henrik Trengereid.

Alifyritøkan Mowi heldur, at ”Aquastorm” kann loysa trupulleikarnar við bæði lúsini og plásstroti. - Halda vit fiskin undir vatnskorpuni, verður smittutrýstið á fiskin nógv minni, sigur verkætlanarleiðarin.

Ørjan Karlsen, sum starvast hjá norska Havgranskingarstovninum, har hann eitt nú arbeiðir við lús á villlaksi, er samdur við verkætlanarleiðaranum hjá Mowi. - Tað er rætt, at laksalúsin heldur seg uppi við vatnskorpuna. Jú, djúpri tú kemur, jú minni laksalús er í sjónum, sigur hann.

Sambært Ørjan Karlsen kann laksur í nótum á 10 metra dýpi sleppa undan laksalús, men í økjum við hørðum ráki verður lúsin drigin longur niður í sjógvin, og neyðugt er, at nótirnar tískil liggja uppaftur longri niðri í sjónum.

- Men, í øllum førum verður talið av lús munandi minni - jú, longur niður í sjógvin vit koma, sigur Ørjan Karlsen.

Sambært NRK hevur Mowi søkt um 36 sonevnd menningarloyvi, ið Fiskivinnuumsitingin tillutar alifeløgum, sum arbeiða við nýbrotum knýtt at laksalús og areali.

Mowi hevði í fjør fimm miljardir norskar krónur í avlopi, og alifelagið heldur, at ”Aquastorm” fer at gerast lønandi, sum tíðin gongur, men vísir á, at felagið hevur brúk fyri menningarloyvum fyri at staðfesta, at verkætlanin er lønandi.

Men, hví kann fyritøkan ikki sjálv gjalda fyri loyvini, tá avlopið er so stórt?

- Høvdu vit havt eina verkætlan, sum vit vóru púrasta vísir í fór at eydnast, høvdu vit goldið sjálvir. Men, hugskotið við menningarloyvum er at føra út í lívið verkætlanir við ávísari óvissu og váða, sigur verkætlanarleiðarin hjá Mowi, Henrik Trengereid, við NRK.