Slóðbrótandi sporførisskipan til oljuvinnuna

Við software skipanum sum gera tað møguligt at stýra og samskipa alla vitan um komponentar og starvsfólk, hevur ein føroysk fyritøka í Keypmannahavn funnið sína heilt serstøku rók í altjóða offshore vinnuni

Í einari vinnu, sum ikki kennir landamørk, og har allar fyritøkur fevna um fleiri lond, ber tað kanska ikki til at siga, at ein fyritøka er føroysk. Men vit gera tað kortini. Vit loyva okkum at kalla fyritøkuna, Keel Solution, fyri eina føroyska fyritøku.

Við høvðussæti í Keypmannahavn, menningardeild í Ukreina og starvsfólkum ferðandi runt allan heim, hava føroyingarnir Christian Didriksen Grahn, Heini Mikkelsen og Ruben Mikkelsen ment Keel Solutions sum ein heilt serligan nissjuveitara av KT loysnum fyri offshore vinnuna.

Heini Mikkelsen hevur eina fortíð í oljuvinnuni, og Christian D. Grahn arbeiddi frammanundan í KT ráðgevingarfyritøku, sum gjørdi SAP loysnir. Teir sóu ein tørv á einari skipan, sum kann samla alla vitanina, sum liggur í oljufyritøkunum, og oljufelagið, Maersk sá beinanvegin so stórar møguleikar í hesari ætlan, at teir ynsktu at fíggja alt menningararbeiðið.

Danska oljufelagið, Maersk, er í dag høvuðskundi hjá fyritøkuni, men føroyingarnir eiga fyritøkuna við einari liðugtmentari skipan við stórum sølumøguleikum. Fyritøkan er í menning, og ein skrivstova í Klaksvík, ein í Singapore og eitt venjingarstað í Ukreina eru millum annað í umbúnað. Og hendan mánaðan luttekur Keel Solution í stóru oljuráðstevnuni í Stavanger.


Øll vitan í eina skipan

Virksemi hjá stórum oljufeløgum er komplekst og umfatandi. Og tí hevur tað stóran týdning – ikki minst fyri effektivitetin – at vitanin í ymisku liðunum verður gagnnýtt á besta hátt.

- Boripallar verða bygdir við meira enn 60.000 ymiskum komponentum. Starvsfólkini, sum byggja pallin eru ikki tey somu, sum reka hann, og hinumegin knøttin er ein annar sama slag pallur við heilt øðrum starvsfólkum, greiðir marknaðarleiðarin í Keel Solution, Dánial Hoydal frá.

Keel Solution hevur ment eina skipan, sum ger tað møguligt at fylgja tí einstaka komponentinum frá vøggu til grøv.

Hvør lutur hevu sítt samleikamerki, og tí ber til at fylgja lutinum frá tí hann verður brúktur fyrstu ferð til hann verður útskiftur. Hetta ger at vitanin ikki rímur við tí einstaka starvsfólkinum, men verður verandi í skipanini.

- Vitanin er longu til, men liggur ofta í ymiskum deildum í fyritøkuni ella hjá tí einstaka starvsfólkinum, og tað er sjálvandi ikki nøktandi í risastórum oljufyritøkum, sigur marknaðarleiðarin hjá Keel Solution.

Føroyska fyritøkan hevur eisini ment eina líknandi skipan fyri starvsfólkaførleikar.

- Tað sum fær fólk at siga upp er ofta, at tey ikki kenna seg nóg væl brúktan, at tey ikki sleppa at brúka teirra førleikar. Og mangan missa stórar fyritøkur starvsfólk, tí tey heilt einfalt ikki vistu hvørjar førleikar tey høvdu, greiðir Dánial Hoydal frá.

Skipanin hjá Keel Solution skrásetir allar førleikar, útbúgvingar og trygdarskeið, soleiðis at HR deildin og leiðslan betur kann planleggja arbeiðið og nýta førleikarnar sum liggja í felagnum heldur enn keypa dýrar konsulentar uttanifrá. Alt hetta hevur týdning fyri oljuvinnuna í framtíðini, tí stórur tørvur er á kvalifiseraðari arbeiðsmegi.


Løtt at brúka

Ein sporførisskipan ger arbeiðið meira effektivt og gevur oljufeløgum møguleika at spara nógvar pengar. Men fyri at hon skal virka krevst, at alt verður skrásett. Hetta hendir sjálvandi ikki av sær sjálvum, og trupulleikin við vitanarsavning er mangan, at skrásetingararbeiðið er ov innviklað til vanliga brúkaran.

Men skipanin hjá Keel Solutions er rættiliga brúkaravinarlig. Til dømis hevur skipanin eina bloggskipan, har tann einstaki ingeniørurin, sum sær ein feil í einari pumpu á boripallinum, ikki noyðist at fara inn í ein torføran databasa at skráseta feilin, men kann skriva vitanina inn á ein einfaldan blogg, sum øll duga at brúka.

- Bloggurin er lummabókin hjá starvsfólkinum. Í staðin fyri at skriva tað niður í eina bók, sum bara liggur í lummanum, fer vitanin nú inn í eina webbaseraða skipan, og ein annar ingeniørur, sum arbeiðir á ein palli hinumegin knøttin við somu útgerð, kann nú síggja at júst handan pumpan hevur ein feil, sigur Dánial Hoydal.

Skipanin hjá Keel Solution er í dag partur av standardinum, tá ið Maersk byggir oljupallar, og føroyska fyritøkan er í dag í ferð við at gera seg til reiðar at marknaðarføra skipanina til aðrar stórar fyritøkur.

- Vit eru í tí sjáldsomu støðu, at eingin annar ger júst tað, sum vit gera. Hetta gevur okkum fleiri fyrimunir, men vansin er, at marknaðurin ikki kennir vøruna. Men royndirnar vísa, at tá ið vit fáa møguleika at greiða frá skipanini, er áhugin stórur, staðfestir marknaðarleiðarin hjá Keel Solution, Dánial Hoydal.

- Tað hendir øðiliga nógv í oljuvinnuni beint nú, oljuprísurin er høgur, og oljufeløg eru áhugað í at effektivisera har tað yvirhøvur ber til. Tí eru møguleikarnir hjá einari fyritøku sum Keel Solutions sera stórir, metir marknaðarleiðarin hjá Keel Solution.