Sláa tunnu á sjónum í Vágsbotni

Leygardagin skipar Tórshavnar Froskmannafelag fyri tunnusláttri á sjónum, sum siðvenja er á føstulávint.

Tiltakið er alment og øll, sum eiga vátdrakt, turrdrakt ella kanska eina gamla yvirlivilsisdrakt, kunnu vera við, men tað er best eisini at hava fitjur ella svimjiføtur. Fitt av fólki plagar at leita sær oman í Vágsbotn at hyggja at sláttrinum og har verða eisini bollar og kakao at fáa.

Í froskmannafelagnum halda tey, at eru fólk grýluklødd, hevði tað verið stuttligt.

Tey, sum sláa, leypa á klokkan 14 og tað er har, sum Norðlýsið liggur.

- Tá ið síðsta træsprekið er fingið niður, verður kongafiskurin, sum kattakongurin, eitur í hesum føri, blakaður uppá turt, og síðani verða øll boðin til bollar og kakao.

Aftaná tunnuslátturin er ætlanin at fara ein túr at kava onkustaðni í felag.

Hvar, ið tey fara, verður avgjørt á staðnum.

Myndin er frá tunnusláttrinum í 2010.