Sláa manngarð um órættvís

? meðan Helena Dam á Neystabø stákast

Tað var tragikomiskt... at hoyra manning Tjóðveldisfloksins »viðgera« uppskot andstøðunar um at veita teim tímaløntu dagpening frá fyrsta sjúkradegi. Eitt er, at teir í nov. 98 saman við restini av samgonguni feldu uppskotið frá andstøðuni um at avtaka lógina um karensdagar. Sama uppskot, sum teir nú eru noyddir at taka undir við. Munurin er helst tann, at í tí uppskotinum vóru tey tímaløntu eisini við. Tað hevur helst verið alt ov óruddiligt fyri tjóðveldið. Nú hevur man so fingið lúkað tey tímaløntu burturúr, av tí at Karstin Hansen hevur forlovað seg við Starvsmannafelagnum. Tað sigur Rúna Sivertsen. Nú eru milliónirnar so mikið færri at taka støðu til. Tí tað er pening, hasi fólkini taka støðu til og ikki mál. Fyri ein tjóðveldistingmann snýr tað seg ikki um rættvísi/órættvísi, men at tey tímaløntu fara at kosta einar 10 mill. kr. Tað snýr seg heldur ikki um, hvør ið tørvar sjúkradagpening mest. Tað vistu tjóðveldismenn helst einki um at siga.

Framsøgumaður Tjóðveldisfloksins helt, at tað kostaði altso einar 10 mill. kr!!

Eg havi so mangan hoyrt um hin »tjóðveldiskanska« andan og havi ótolin bíðað eftir, um nú holdið umsíðir eisini mundi fara at koma. Men so er ikki. Andin má hava eitt hold at vera í, vildi eg hildið. Løgið, sum tjóðveldispolitikkur hevur lyndið til at vera avmarkaður til hin bera anda og religiøsitet. Men tað heldur líkasum »gemyttunum« uppi. Kanska.

Tjóðveldisflokkurin hevur so ikki tikið til sín, at tað, sum ikki er ringt, kann vera gott. Ímillum har, tað góða og tað illa, rættvísi og órættvísi liggur Tjóðveldisflokkurin og sveimar og dagdroymir um hin stóra dagin sum skal upprenna, tá okkum skal verða givið alt umframt. Sum so kann hann í øllum førum ideologiskt vera í einihvørjari samgongu, so leingi eingin órógvar hendan rúsandi svøvnin og minnir hann á, at viðhvørt er heimurin altso eisini av í dag. Hvat er tað ikki stórt, at kunna lata tað órættvís, sum liggur beint fyri framman kámast burtur í berum anda - flyta tað í aðrar ferðir, sum eru lagaðar føroyskum viðurskiftum. Tá verður alt beinanvegin rættvíst heilt av sær sjálvum.

Men órættvíst hildu teir tað vera, tjóðveldismennirnir. Ja, tig og tala ikki. Hildu, at arbeiðsgevarar skuldu gjalda sjúkradagarnar. Kortanei, segði Fólkaflokkurin. Ikki arbeiðsgevarin. Tá mælti ein tjóðveldismaður, at flokkarnir vóru helst ikki so langt frá hvørjum øðrum. Umboð Sjálvstýrisfloksins helt, tað ikki vera nakað mál í sjálvum sær at javnseta fólk, sum hann málbar seg.

Tá var tað, at hon kom, Helena Dam á Neystabø. Í rættum Madeline Albrigth-stíli beyð hon sær at vera semingskona í tí bólkinum, sum hon sjálv hevði sett at endurskoða dagpeningalógina. Arbeiðið fór at verða liðugt, so at lógin var klár um ársskiftið. (Tey hava havt ein fund í ár, hava vit síðan frætt). Nú beyð hon teimum at sessast við borðið. Nakað verður dúkað og diskað. Síggi fyri mær evarska smáar sofistikeraðar kanapéir, sum tað helst verður leingi at metta seg av.

Eitt er so víst. Tann cost-benefit analysan, sum Fólkaflokkurin ivaleyst gjørdi av Tjóðveldisflokkinum, tá samgongan varð skipað, hevur munað teimum væl. Nú, tá hin stóri dagurin umsíðir upprennur, verður spennandi at vita, hvør ið má taka á seg costið, og hvør ið fer avstað við benefittinum - Tjóðveldisflokkurin ella Fólkaflokkurin.

Ímeðan má hin tímalønti smyrja seg við, at hann, burtur úr allari fjøldini, nú verður royndarkoyrdur í tí borgarliga sannleikanum, sum sigur, at tey í hvussu so er mugu taka »ábyrgd av egna lívi«.


Katrin Dahl Jakobsen, tingkvinna Javnaðarfloksins