Sláa kalt vatn í blóðið um Skálafjarðartunnilin

- Tað er nógv, sum talar fyri, at vit nú eiga at stegða á við ætlanini at gera Skálafjarðartunnilin. Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður Javnaðarfloksins. Hann sigur, at eftir uppskotinum, sum Løgtingið samykti, var síðsta freist at gera avtalu við privata felagið um Skálafjarðartunnilin tann 1. desember.

- Tað eydnaðist ikki og tí fyriliggur ein nýggj støða nú.

Hann sigur, at tilsøgnin til privata felagið var ikki galdandi í allar ævir og nú freistin er farin, eiga vit at sláa kalt vatn í blóðið og ikki taka nakra illa umhugsaða avgerð.

- Vit høvdu tað sterkasta, privata initiativið við í tunlinum, men tað rakk ikki, so spurningurin er, hvat annað, privat vinnulív skal taka um endan.

Hann dugir heldur ikki at síggja, at ein Skálafjarðartunnil fyri eina milliard skal vera tað mest átrokandi, politiska málið at fáa loyst í hesum døgum.

Hinvegin ivast hann eisini í førleikanum hjá privata felagnum at seta eina so stóra ætlan í verk.

- Ein tunnil upp eina milliard er neyvan tað fyrsta projekið, endurstovnaði Eik Bankin fer undir. Hinvegin er tað Lív, sum eigur helvtina av felagnum og Lív liggur fyri at verða selt. Og har er BankNordik ein sannlíkur keypari og nettupp BankNordik hevur mælt til at leggja Skálafjarðartunnilin í eitt alment partafelag.

Jóannes Eidesgaard heldur, at sostatt er nógv sum talar fyri, at vit eiga at steðga á við Skálafjarðartunlinum.

- Tað er heldur ikki komið nóg týðiliga fram, at eitt alment felag kann fáa nógv bíligari fígging til eina slíka ætlan enn eitt privat felag kann fáa, tí lánið er betri tryggjað við landskassanum í rygginum, og so fer tað eisini at verða bíligari at koyra ígjøgnum tunnilin.

Hinvegin er Jóannes Eidesgaard ikki samdur í, at ein Skálafjarðartunnil er eitt gott arbeiðsskapandi tiltak í hesum tíðum, tí slík tunnilsarbeiði kasta ikki nógv arbeiði av sær til fólk, tí tað eru mest til broytir, gravkýr og aðrar maskinur sum gera arbeiðið.

- Og vandin fyri at útlendingar fara við arbeiðnum er eisini stórur, leggur hann afturat.