VENJARI
Seks dystir í landskappingini og tvey stig. Tap ímóti B36 og javnleikur ímóti TB á heimavølli, og á útivølli javnleikur ímóti EB/Streymi og tap ímóti HB, KÍ og GÍ, Tað hevur verið úrtøkan hjá B68 síðani 7. juli, og nú hevur leiðslan í felagnum tikið avleiðingarnar.
Á heimasíðuni hjá Tofta Ítróttarfelag, b68.fo, varð mánakvøldið boðað frá, at Frank Skytte ikki longur er venjari hjá B68. Tá spælararnir møttu til venjingar mánakvøldið, fingu teir at vita, at í trimum teimum seinastu umførunum verða tað tveir av gomlu stuðulunum hjá B68, sum fara at hava ábyrgdinatað, sum er eftir av kappingarárinum.
Talan er um Ingolf Petersen og Kjartan Nesá, sum báðir hava verið venjarar í B68 í ár.
Niclas Davidsen er formaður í Tofta Ítróttarfelag. Hann staðfestir, at venjarin er frítikin fyri venjarauppgávuna, og at tað var ússaliga úrtøkan eftir summarsteðgin, sum bar við sær, at nevndin metti tað vera rætt at fremja broytingar:
? Allir partar í felagnum kunnu ivaleyst grípa í egnan barm, tá vit líta á tað farna. Tað gekk væl fyrrapartin av árinum. Tá vit í síðsta umfarinum undan summarsteðginum vóru í Gundadali og spældu ímóti HB, mistu vit møguleikan at vera oddalið. Síðani hevur gingið stútt skeiva vegin. Í sovornum førum verður ofta roynt við nýggjum venjara, og tað hava vit so gjørt av at royna.
Men tit kunnu ikki røkka bronsuplássinum og harvið altjóða luttøkuni, sum tit hava verið við í seinastu árini?
? Tað gera vit neyvan. Men støðan kendist so fastløst nú, at vit mettu tað at vera neyðugt við broytingum fyri at koma í gongd aftur, vinna onkran dystin og harvið at betra um lagið, áðrenn tað verður farið í vetrarfrí og seinni undir fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár.
Eru tit misnøgdir við arbeiðið hjá venjaranum?
? Spælararnir og venjararnir hava arbeitt seriøst síðani fyrst í árinum. Nógv tíð og orka er løgd í venjingina. Vektin, sum tað verður vigað á, eru úrslitini. Tað er nú eina ferð soleiðis. Tað er eingin loyna, at vit vónaðu at vera við í kappingini um fremstu plássini í ár. Men tað hevur ikki gingið eftir vild, og eftir tapið í Gøtu og alt annað enn góða avrikið gjørdu vit av, at nú var neyðugt við broytingum, sigur Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag.
Ingolf Petersen og Kjartan Nesá vóru við á B68 liðnum, sum vann FM heitini í 1984, 1985 og aftur í 1992.Teir hava báðir tikið lut í venjaraskeiðum, sum FSF hevur skipað fyri. Í fjør var Ingolf Petersen hjálparvenjari hjá NSÍ í 1. deild, har Petur Mohr var venjari. Petur Mohr verður eftir øllum at døma venjari á Toftum komandi ár.
Í trimum teimum seinastu umførunum skal B68 spæla ímóti VB á heimavølli, NSÍ á útivølli og Skála á heimavølli.