Frank Skytte, sum hevur verið venjari hjá fleiri feløgum í Føroyum, hevði í einum donskum 2. deildardysti um vikuskiftið 12 mans á vøllinum samstundis, hóast tað bert er loyvt at spæla við 11 monnum.
Hetta var móti endanum av dystinum. Ein spælari hjá Kalundborg, sum Frank Skytte er venjari hjá, fekk skaða nakrar minuttir áðrenn leiklok og noyddist út til viðgerðar. Frank Skytte gjørdi skjótt av og sendi ein annan spælara á vøllin fyri at verja 2-1 leiðsluna.
Tá ið tann skaddi spælarin kom fyri seg aftur, visti hann ikki av, at hann var skiftur, vildi aftur á vøllin, og dómarin bæð hann kom inn aftur.
Tað gingu tveir minuttir, áðrenn dómarin varð gjørdur varugur við mistakið, og hesa løtuna vardi Kalundborg við 12 monnum.
Dysturin endaði tó 2-2, tí tá Kalundborg aftur spældi við 11 monnum, eydnaðist tað B1913 at javna.