Fótbóltur
Upprunaliga var ásetingin, at dysturin á Svangaskarði skuldi spælast klokkan 19, og tað er eisini hetta, sum framgongur av plakatunum, sum FSF hevur sent út undan dystinum.
Orsøkin til, at hetta síðani er broytt til klokkan 17.15 er, at SkySports hevur keypt rættindini til dystin.
- Fyri at SkySports skuldi keypa dystin frá SportsFive, sum vit hava selt rættindini til, var tó neyðugt, at dysturin skuldi flytast. Hetta tí Ongland spælir í Estlandi mikukvøldið, og tann dysturin byrjar klokkan 19.30, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF.
- Formliga er eingin trupulleiki í hesum, so leingi sum hetta verður fráboðað UEFA innan evstamark hjá teimum. Men vit hildu tað vera ikki annað enn rímiligt, at FSF fekk ein bita av køkuni, um SportsFive á hendan hátt forvinnur fleiri millióniir eyka. Og vit hava samrátt okkum til eina loysn á hesum, sigur Ísak Mikladal.