Skype uttan teldu

Philips kemur nú á marknaðin við eini Skype-telefon, sum ikki nýtist at vera íbundin eina teldu fyri at koyra. Ein líknandi telefon er júst send á marknaðin av RTX Telecom, og hetta verður helst byrjanin til eina veruliga bylgju innan Skype-tøknina, sum ikki er heilt so nýggj longur. Telefoninarnar frá Philips og RTX kosta á danska marknaðinum ávíkavist 1.499 og 1.200 kr.