Skynsaman fíggjarpolitikk - eisini komandi fýra árini

Eyðgunn Samuelsen,
býráðslimur

Eftir átta ár við eini fólkaflokksleiðslu í Klaksvík, har lítið og onki var gjørt við viðlíkahald av ognunum hjá kommununi, er sjálvsagt, at sitandi sam-gonga ikki hevur kunnað nøkta henda áralanga tørv hesi skjótt farnu 4 árini. Sitandi samgonga hevur raðfest at niðurgjalda skuldina og hartil hevur hon verið bundin av einum íløgulofti á áleið 20 mió árliga, ið landsstýrið álegði kommununum.
Støðan nú við árslok er tann, at skuldin er niðurgoldin til 64 mió, og íløguloftið er avtikið. Sostatt er Klaksvíkar Kommuna fíggjarliga nógv betur fyri enn hon hevur verið síðan síðst í 80?unum, tá skuldin, undir leiðslu av Fólkaflokkinum, var áleið 250 milliónir.
Skal Klaksvíkin verða ein nýmótans býur við góðum karmum til vinnuna, sjálvsøgdum rættindum til barnaansing og skúla og eini breiðari viftu av trivnaðar- og mentunnartilboðum til okkara borgarar, so verður íløgutørvurin kom-andi 10 árini millum 300 og 400 milliónir krónur. Eru vit samd um, at hetta skal vera okkara mál fyri Klaksvíkina, er spurningurin bert, hvussu vit náa málið, væl at merkja, uttan at missa tamarhaldið og seta okkum í botnleysa skuld.
Tað eru 4 tættir, ið metast mugu um, tá ið vit seta út í kortið fyri at náa málinum: hvussu verða inntøkurnar komandi árini, á hvørjum støði skal raksturin liggja, hvussu verður gongdin í rentustøðinum og hvussu høgt seta vit skattaprosenti. Samanspælið millum hesar tættir er avgerðandi fyri hvussu ferð at hilnast.
Avgerðandi fyri inntøkumetingarnar komandi árini eru útlitini hjá okkara høvuðsvinnu og rentustøðið stendur og fellur við gongdini úti í heimi. Raksturin hjá kommununi er nógv øktur síðstu árini, tvær høvuðsorsøkir eru stóri lønarvøksturin og út-byggingin av barnaansingini. Tí ber ikki til bert at siga, í samband við ger av eini fíggjarlóg, at vit skerja raksturin 1,2 ella 3 % komandi ár. Vit eiga altíð at spyrja okkum sjálvi, um raksturin av kommununi kann gerast betur og bíligari men hetta má gerast við at hyggja at, hvussu ein tænasta er skipað í dag og um til ber at skipað hana betur og bíligari og hetta gerst ikki eftir einum degi.
At enda koma vit til skattaprosenti og harvið eisini hvussu stóra lánibyrðu vit ynskja at hava. Í grundini er tað ikki so áhugavert hvussu høgt skattaprosenti er ella hvussu nógv lán ið ein hevur. Tað ið er áhugavert, og sum borgarin eisini vil vita er, hvat gjalda vit skatt til? hvat læna vit til? hvussu verður peningurin umsitin og hvat fáa vit fyri hann? At brúka eina skattahækking sum eina ræðumynd í einum valstríðið er ikki eitt eyðkenni fyri ein seriøsan politikk.
Spurningurin fyri framman er, hvussu ynskir borgarin at útbyggingin av býnum skal fíggjast ? ynskja vit at gjalda ein part av íløgunum so hvørt sum tær vera gjørdar gjøgnum skattin t.d við eini øking á 1% ella vilja vit útseta afturgjaldingina til seinni við at læna peningin?
Javnaðarflokkurin í Klaksvíkar býráð vil arbeiða fyri:
? Skynsemi á fíggjarliga økinum
? Javnvág í raðfestingar av íløgum millum »harða« og »bleyta« pakkan
? Langtíðaríløguætlan samtykta av býráðnum.