Skýming í Runavík

Mentanarvikan ”Skýming” verður í Runavík í næstu viku

Níggjunda árið á rað skipar Runavíkar kommuna fyri mentanarviku samstundis sum vinnustevnan Faroexpo er.


Mentanarvikan, sum ber heitið "Skýming" verður í døgunum 20. til 27. oktober.


- Vit hava lagt nógva orku í at menna Mentanarvikuna ár undan ári, og sjálvur haldi eg, at skráin til hesa mentanarvikuna er stak spennandi og áhugaverd, og er fjølbroyttari enn nakrantíð áður. Í skránni er nógv at finna bæði til gamans og álvara – her er veruliga nakað fyri øll - so vit vóna, at

undirtøkan verður góð, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri, millum annað í skrivi.


Ein nærri skrá fyri mentanarvikuna í Runavíkar kommunu sæst HER.