Mammur og systkin hjá teimum trimum ákærdu í málinum eru komin til Føroya, og tey hava sitið alla tíðina sorgarbundin og fylgt avhoyringunum.
Har situr eisini unnustan hjá dananum, sum verður umrøddur sum bakmaður. Á fanginum hevur hon pinkubarn teirra, sum pápin ikki hevur sæð nógv til higartil. Hann hevur situr avbyrgdur, og fangar, sum sita avbyrgdir i Føroyum, sleppa ikki at vera saman við nøkrum av sínum. Hvørja ferð ein steðgur er, fær hann barnið í fangið.
Tað er trongligt í Dómhúsinum hesar dagarnar.
Rættarsalurin er ikki stórur. Har sita fimm ákærd hvør við sínum verja, dómari og ákæri, níggju skyldfólk, og umframt onkrar áhoyrarar eru har eisini alla tíðina nakrir politistar, tí ansað verður væl eftir, at tey ákærdu ikki fáa tosað saman.
Tveir ákærdir eru framvegis í isolasjón.