- Skylda Føroya fólki eina loysn

- Nú hava vit sitið við málinum so leingi, at politikarar skylda Føroya fólki at finna eina loysn í hesum málinum. Málið hevur drigið alt for leingi út, men vónandi er ein niðurstøða skjótt klár, ið allir flokkar kunnu liva við.


Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, ið hevur verið partur av politiska fylgisbólkinum, ið hevur arbeitt við eina pensjónsnýskipan, um royndina hjá samgonguni at finna eina breiða semju um pensjónsskipanina.


Kári P. Højgaard letur væl at arbeiðinum higartil, ið hann lýsir sum eitt gott, konstruktivt samstarv, men torir tó ikki at siga, um flokkurin tekur undir við tí, ið nú liggur á borðinum.


- Vit hava verið í einum góðum og konstruktivum arbeiði, men eg dugi illa at meta um úrslitið. Vit í Nýggjum Sjálvstýri hava sagt okkara áskoðan, og fara nú til Skálavíkar í vikuskiftinum, har fara vit at tosa um tingini við baklandið í flokkinum. Nøkur ivamál hava verið, og hava vit nú møguleikan at fáa feedback frá okkara stuðlum, sigur Kári P. Højgaard.