Skygni av nýggjum

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út nýggja bók. Tað er tann vælkenda bókin um støddfrøði Skygni, sum kemur út av nýggjum. Hon eitur Skygni 9. Støddfrøði. Bókin viðgerð sjey høvuðsevni.
Hvørt kapittul hevur ávísar, fastar tættir: tvær støðuroyndir, blandaðar uppgávur, grønar og bláar síður, virkni við avritssíðum. Tær grønu og bláu síðurnar eru ætlaðar lærara og næmingi at tillaga undirvísingina eftir ávísum tørvi.
Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen hava staðið fyri nýggju útgávuni. Grafik Studio hevur gjørt uppsetingina, og Hestprent hevur havt satsgerðina og prentumsitingina um hendur.
Skúlabókagrunnurin gevur eisini út Læraramappu til Skygni 9. Læraramappan er eitt ringbind, har leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og svarlistar eru at finna.
Skygni 9 er 313 blaðsíður og kostar 276 kr.

-hkm