Skutu upp í loft

Løgreglan í Havn hevur í kvøld fingið fráboðan um tveir tilburðir við byrsuskotum, men einki bendir á, at nakað ilt liggur aftan fyri hetta. Tað er neyvan á hvørjum degi, at løgreglan fær fráboðan um, at fólk skjóta upp í loft við høglbyrsu.

Men í kvøld hevur løgreglan í Havn kortini fingið fráboðan um tveir ymiskar tilburðir, har skotið hevur verið upp í loft.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at annar tilburðurin var her í høvuðsstaðarøkinum - og hin norðari á Streymoynni.

- Einki bendir kortini á, at nakað ilt hevur ligið aftan fyri hesar tilburðirnar, men at talan heldur hevur verið um, at hetta er gjørt í spølni - ella fyllskapi, sigur vakthavandi.