Amerikanararnir skutu í nátt ein av sínum fylgisveinum niður, tí hann var í ólagi Tað var ein rakett frá einum amerikonskum herskipi, sum rakti fylgisveinin, ið var staddur 210 kilometrar frá Jørðini.
Talan er um ein njósnarafylgisvein, sum varð sendur út í rúmdina í 2006, men sum gjørdist í ólagi beinanvegin.
Nú var vandi fyri, at hann kundi detta niður. Umborð var eitt hálvt tons av brennievninum hydrazin, ið er vera vandamikið fyri fólk, og tí bleiv avgjørt at skjóta fylgisveinin niður.










