Í minsta lagi 18 fólk doyðu, tá ókendir menn skutu eftir einum ferðafólkabussi í pakistanska landspartinum Kohistan í nátt. Løgreglan sigur, at ferðafólkini í bussinum vóru úr býnum Rawalpindi, har pakistanski herurin hevur høvuðsstøð.
-Vápnaðir menn, sum fjaldu seg báðumegin vegin, lupu á bussin, og fyribils hava vit frætt, at 18 fólk eru deyð, og at átta eru særd, sigur løgregluovastin í landspartinum við fjølmiðlarnar. Hann dugir ikki at siga nakað um orsøkina til álopið, tí vanliga plaga teir hernaðarligu islamistarnir ikki at gera um seg har um vegir, sigur hann.
Tað hava verið fleiri atsóknir í Pakistan ta seinastu tíðina. Í gjár doyðu fimm fólk í einari bumbuspreinging, og seinasta fríggjadag sprongdi ein maður eina sjálvmorðsbumbu uttan fyri eina løgreglustøð í býnum Peshawar.










