Skutu eftir svenskum ferðamannaflogfari

Líkt er til, at onkur skjeyt eftir einum svenskum ferðamannaflogfari uppi yvir Irak gjáranáttina. Gjáranáttina varð skotið eftir einum svenskum ferðamannaflogfari, meðan tað var á flogi uppi yvir norðara parti av Irak. Tað skriva svensk bløð í dag.

Flogfarið var júst farið á flog úr Sulaymaniya við 130 ferðafólkum, tá manningin varnaðist, at onkur skjeyt eftir flogfarinum, sum tó ikki varð rakt.

Ein talsmaður hjá svensku loftferðslumyndugleikunum sigur, at málið verður kannað. Felagið Nordic Airways, sum meigur flogfarið, hevur steðgað allari flúgving til Irak fyribils.