Týska verjumálaráðið vil vera við, at tvey ísraelsk stríðsflogfør skutu eftir einum týskum herskipi, sum helt vakt uttan fyri libansku strondina. Týsku skipini hava eftirlit við libanska sjóøkinum saman við herskipum úr fleiri øðrum londum. Sambært blaðnum Der Tagenspiegel var talan um tvey flogfør av slagnum F-16. Ísraelska hervaldið avsannar tíðindini og sigur, at einki ísraelskt flogfar hevur skotið eftir fremmandum herskipum úti fyri Libanon.