Skutu eftir myndum av kendum dønum

Danska løgreglan sóknast eftir fýra monnum, sum á einum sjónbandi skjóta eftir myndum av kendum dønum.

 

Á upptøkuni, sum lá á YouTube, skutu menninir eftir myndum av Anders Fogh Rasmussen, Naser Khader, Kurt Westergaard, Lars Hedegaard, Morten Storm og Ahmed Akkari.

 

Løgreglan sigur, at málið varð lagt fyri rættin longu í apríl, og at rætturin kom til ta niðurstøðu, men teir fýra menninir skuldu fongslast. 

 

Løgreglan hevur fingið at vita, at ein og kanska fleiri av teimum fýra monnunum eru falnir í borgarakrígnum í Sýrialandi. Men av tí at tað ikki ber til at fáa hetta váttað, hevur løgreglan sent út altjóða boð um, at menninir skulu handtakast, skrivar Ritzau.