Minst eitt fólk lat lív, og meiri enn 40 fingu skaða í mótmælum ímóti forsetanum í Jemen, Ali Abdullah Saleh, í dag. Keldur siga, at samanbrestir vóru í høvuðsstaðnum Sanaa millum trygdarhermenn og mótmælisfólk, sum í túsundatali kravdu forsetan frá.
Tawfiq al-Hinyari, sum var við til at fyrireika mótmælistiltakið í dag, sigur við tíðindastovurnar, at trygdarhermenn skutu eftir mótmælisfólki uttan fyri lærda háskúlan í Sanaa. Hann leggur afturat, at sníkiskjúttar lógu uppi á takinum á almennum bygningum og skutu eftir mótmæliafólki.
Mótmælini ímóti Ali Saleh byrjaðu fyri meiri enn tveimum mánaðum síðani, og næstan dagliga eru mótmælistiltøk í Sanaa. Fólk krevja eisini politiskar og búskaparligar nýskipanir.