Skutu 60 rakettir inn í Ísrael

Ísraelska verjan sigur, at í morgun vórðu í minsta lagi 60 rakettir skotnar úr Gaza-geiranum inn í syðra part av Ísrael, og at tríggir útlendingar vórðu særdir.

Úr Gaza frættist, at tríggir palestinar doyðu, og átta vórðu særdir í tveimum ísraelskum loftálopum í gjárkvøldið, og at eitt fólk doyði, tá ísraelsmenn søktu at Rafah í morgun.

Talsmaðurin hjá ísraelsku verjuni sigur, at Hamas má átaka sær ábyrgdina av álopunum, og hann leggur afturat, at ísraelska verjan fer at gera tað, sum er neyðugt, fyri at verja landið.

Sambært talsmanninum heldur flutningurin av vørum, brennievni og vatni til Gaza-geiran fram sum vanligt, hóast støðan er vorðin meiri spent teir seinastu dagarnar.