Skurðurin beint undir miðal

Í Koltri er vanligt at fara á fjall vikuskiftið uppundir heystfrítíðina, og soleiðis var eisini í ár.

Í Koltri er vanligt at fara á fjall vikuskiftið uppundir heystfrítíðina, og soleiðis var eisini í ár.

 

- Tað er altíð stórur spenningur um veðurlíkindini hesa tíðina, og fjallboð skulu gevast í góðari tíð. Kemur tað fyrst í drag, er tað ringt at fáa aftur í lag, tí tað er stórur eftirspurningur eftir besta fjallfólkinum. Tað ger tað heldur ikki lættari, at tað á slíkum staði eisini skal viðra, bæði á landi og sjógvi.

 

Tað sigur Bjørn Patursson, fyristøðurmaður í Koltri. Hann vísir á, at veðurgudarnir vóru við teiimum henda fríggjadagin og sjálvt tann "berømti" hatturin, sum plagar at arga ovast á Koltri, var burtur, og tað var av allar fagrasta veðri fjalldagarnar.

 

- Sum vant varð nógv ferðsla um fjørðin, og fleiri bátar vóru við fólki, farmi og útgerð millum Gomlurætt og Koltur, áðrenn farast kundi á fjall. Áðrenn fjallfólkið fór frá húsum, var ein betri morgunmatur á skránni. Alt gekk upp á stás hendan fagra heystarmorgun.

 

Bjørn Patursson vísir á, at manningin slíkar heystardagar er stór, og spennur er í - heilt frá børnum til tilkomin fólk og frá royndum fólki til tey, sum eru við fyrstu ferð.

 

- Tað er sjálvandi neyðugt hjá fyristøðumanninum at hava eina fasta og álítandi manning, tí oyggin er samansett av slættlendi, brættlendi og skorðum at fara um. Tað er alneyðugt at hava lyklapersónar við sum kenna sína ódn - og sum vita, hvussu seyðurin setir ein slíkan fjalldag.

 

Fyristøðumaðurin sigur, at longu klokkan 14 henda dagin var seyðurin komin í rætt. Síðan varð manning send í Ærskorð eftir einum veðri, sum gekk eftir har og seyði, sum hevði sníkt seg inn í Lambhaga.

 

Bjørn Patursson vísir á, at longu fríggjadagin vóru avdeyðaær og veðrar flettir og stórur partur av skipanini, brundseyðir og sleppingarlomb, uppgjørd.

 

Leygardagurin var stóri flettingardagurin, har restin varð flett og sleppingin gjørd liðug og endaliga góðkend. Fyristøðumaðurin í Koltri, sum takkar øllum sínum hjálparfólki fyri gott arbeiði,  sigur, at árið 2016 gjørdist eitt ár sum royndist beint undir miðal.