Skurðlækni: Heilsuverkið er útarmað

Skurðlækni tekur nú blaðið frá munninum.

Eivindur Warberg, skurðlækni, skrivar tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð, har hann fýlist á støðið á føroyska heilsuverkinum. 

 

 

- Órógv valdar og ábendingar eru um, at sjúkrahúsverkið er mestsum við at rakna innanífrá. Felagsnevnarin eru starvsfólkabólkar sum eru misnøgdir og ikki føla seg virðismettir og eitt kroniskt og áhaldandi undirfíggjað heilsuverk. Eyðmýkjandi og møðandi hjá sjúklingum og borgarum at vera vitni til og ørkymlandi hjá fakfólkið, sum saman við sjúklingum ferð eftir ferð skulu vera noydd at fara ígjøgnum og vera partar av hesum afturvendandi glantrileikum. Men hetta er alt væntandi og væl skilligt, skrivar Eivind Warberg. 

 

 

 

Víðari vísir hann á, at tað er lágt ambitiónsstøði á føroyska heilsuverkinum, meðan norðurlendskir politikarar annars royna at føra heilsuverkini frameftir. 

 

 

 

 

 

- Heilsuverkið er útarmað sum tað er, og tað er óvirðuligt at enda í tílíkari støðu, men tað vísur bert, at her er spart inn á bein og nakað væl afturat. At fíggja og reka eitt nútímans og tíðarhóskandi heilsuverk, ið fylgir við tí støðugu menningini kostar nógv og verður dýrari í framtíðini. Framvegis tykjast føroyskir politikarar ikki at skilja hetta. Fíggjarligu raðfestingarnar bera týðiliga boð um hetta. Viðferðin og raðfestingin av heilsuverkinum sær ikki sín líka í hinum Norðurlondunum. Tað fæst eingin veruligur framburður, um alt allatíðina snýr seg um spariátøk. Framsøkni og visiónir hava ikki nakað virðið um tey ikki verða umsett frá stórum orðum og ritgerðum, skrivar Eivind Warberg. 

 

 

 

 

 

Sjúkueyðkenni

- Alt ljósmøðrastríðið og nú verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum eru tekin um eitt sjúkrahúsverk, ið ikki hevur tað gott og mistrívist. Innanhýsis stríð, vantrivnaður, ónøgd og strongdin sæst aftur hjá øllum starvsfólkabólkum. Øll skipanin er sperd, skrivar skurðlæknin. 

 

 

 

 

Víðari tosar hann um sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum nú eru í verkfalli. 

 

 

 

 

- Tey føla seg ikki virðismett og fáa ikki nøktandi sømdir. Hetta er enn eitt symptom upp á, at skipanin er sjúk og eitt væl skilligt kravboð frá einum týdningarmiklum  starvsfólkabólki, sum er avgerandi fyri at hava eitt vælvirkandi heilsuverk. Felags er at heilsustarvsfólk í størri mun gera vart við at støðan ikki er nøktandi, og at tað ikki er nakað sjálvsagt og rímuligt í at støðan er soleiðis sum hon er nú. Tey verða tikin fyri givið, skrivar Eivind Warberg, skurðlækni. 

 

 

 

 

 

 

Les alla tíðargreinina við at trýsta á hesa leinkju: Heilsuverkið, ein søga um misnøgd, armóð og biddaragongd