Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
úr Herfølge
Tá vit eftir dystin móti Aab fingu orðið á Jákup Mikkelsen, var lagið á føroyska landsliðsmálverjanum sjálvsagt ikki av tí besta.
Skumpaður
Kanska var tað serliga hendingin um fyrra málið, sum tyngdi huglagið hjá Jákupi. Ein hending, har føroyingurin hevði ein heldur óhepnan leiklut, og har fleiri hildu, at hann átti at kunna vart betri fyri, soleiðis at bólturin ikki var endaður í málinum.
- Eg veit ikki um talan var um fríspark, tá hann leyp upp eftir bóltinum, men eg fekk eitt skump í ryggin, soleiðis at eg ongantíð slapp at gera eina roynd at taka bóltin. Sjálvur helt eg, at dómarin átti at dømt, men møguliga verið eg klókari, tá eg havi sæð sjónvarpsupptøkurnar av hendingini.
- Møguliga átti eg eisini at hava vart fyri seinna málinum, men onkursvegna fór bólturin undir meg. Skotið var í øllum førum ikki serliga væl plaserað, men kanska var tað eisini ein fylgja av fyrra málinum, soleiðis at eg als ikki var nóg konsentreraður, tá Gaarde slapp leysur.
Nakað soleiðis helt málverjin fyri, tá vit spurdu hann um støðurnar, sum viðførdu, at Aab brádliga fekk møguleikan at taka øll trý stigini frá Herfølge.
Hyggja frameftir
Málverjin helt tó ikki, at hann og liðfelagarnir skuldu nýta alt ov nógva orku til at hugsa um keðiliga tapið.
- So at siga allan seinna hálvleik eru tað vit, sum hava nógv tað betra spælið, og vóru vit eitt sindur neyvari, høvdu vit uttan iva vunnið dystin, greiddi málverjin frá. Hannh legði eisini dent á, at um Herfølge finnur sama spæl fram komandi dystirnar, so skuldi verið góður møguleiki verið fyri at bøtt um úrtøkuna, soleiðis at fyrsta plássið í superliguni kann varveitast.
Hvørt hetta fer at eydnast fara komandi vikurnar at vísa, men í øllum førum eru vónirnar hjá leikarunum góðar, og hetta er í øllum førum fyrsta fortreytum fyri einum líkinda úrslitið.