Skumpa Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldisflokkinum

Vil Tjóðveldisflokkurin reka løgtingsmannin, Páll á Reynatúgvu, úr flokkinum, skulu ávísir tinglimir í flokkinum bara halda fram við mótstøðuni ímóti undirsjóvartunlinum í Sandoy

- Er ætlanin at reka meg úr Tjóðveldisflokkinum, skulu tey bara halda fram at syngja hasa vísuna.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin í Sandoy, er alt annað enn nøgdur við sínar floksfelagar í Tjóðveldisflokkinum.

Tað er spurningurin um undirsjóvartunnilin í Sandoynna, sum elvir til so stóra misnøgd hjá tingmanninum.

Tveir av politikarunum, sum nú alment hava boðað frá, at tey halda, at tað er rætt at raðfesta aðrar útbyggingar framm um Sandoyartunnilin, eru tey bæði tjóðveldisfólkini, Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldisflokkinum

Hetta er Páll á Reynatúgvu ógvuliga misnøgdur við.

- Annita á Fríðriksmørk hevur sagt sína meining fyrr og Tórbjørn Jacobsen taki eg ikki so tungt, tí hann hevur sagt so mangt

Men Páll á Reynatúgvu hevur fyrr boðað frá, at hann hevur verið so ónøgdur við politikkin hjá Tjóðveldisflokkinum, at hann umhugsaði ikki at stilla uppaftur.

Tað tók hann kortini avgerð um at gera

Men hann er nú so misnøgdur við útsøgnirnar hjá floksfeløgunum um Sandoyartunnilin, at hann sigur, at hetta kann føra til, at hann verður kroystur úr Tjóðveldisflokkinum.

- Vilja tey hava onkrar góðar orsøkir til at reka meg úr Tjóðveldisflokkinum, skulu tey bara halda fram við mótstøðuni ímóti Sandoyartunlinum, staðfestir hann.

Men Páll á Reynatúgvu væntar ikki, at stuðulin frá flokkinum til Sandoyartunnilin verður ein trupulleiki.

Hann vísir á, at flokkurin hevur samtykt á fundi at stuðla ætlanini. Flokkurin hevði tað eisini beinleiðis í valskránni uppundir seinasta løgtingsval.

- Hetta er tað, sum er avgjørt í flokkinum og tað haldi eg meg til og mær vitandi hevur flokkurin ikki tikið aðra støðu.

- Eisini allir aðrir flokkar lovaðu Sandoyingum tunnil beinanvegin. Einasti, sum ivaðist, var Sjálvstýrisflokkurin.


Lætt at offra Sandoy

Sjálvur staðfestir, at undirsjóvartunnil er lívsneyðugur fyri Sandoy.

- Tað, sum framvegis fær fólk at hava álit á, at tað ber til at búgva í Sandoy, eru vónirnar um undirsjóvartunnil. Nógvar umsóknir um grundstykkið eru grundaðar á vónirnar um tunnilin og verður ætlanin steðga nú, fær Sandoy stórar trupulleikar at standa seg.

- Hetta gevur eisini møguleikar fyri betri sambandi til Suðuroy, tí skal Suðuroy standa seg, er einasti mátin at útvega oynni nógv betri ferðasamband og tað kann bara gerast umvegis Sandoy.

Hann gevur heldur ikki nógv fyri, at búskapurin er so heitur, at undirsjóvartunnilin eigur at útsetast.

- Tað eru ikki íløgur í Sandoy, sum hava fingið búskapin at gløða, tí har er als onki bygt út hesi seinastu árini.

Hann heldur eisini at tað er ov bíligt at siga, at ein Sandoyartunnil bindur so nógvan pening, at tað verða ikki ráð til aðrar íløgur í samfelagið, eitt nú í skúlar, gransking, eldrarøkt og heilsumál.

-Hetta eru bíligar og sjálvsóknar grundgevingar hjá politikarum, sum sita í miðstaðarøkinum og onki hava at hugsa um og sum floyta á útjaðaran. Men Sandoy er eitt lítið og veikt øki og tað er so vælsignað lætt at offra tað fyri at tekkjast fólki í miðstaðarøkinum.

- Sandoyartunnilin kostar 60 milliónir um árið í eini 10-12 ár og tað kann ikki vera hetta, sum skal forða fyri øllum øðrum útbyggingum.

- Hetta er ikki rætt, tí í longdini skal tunnilin mótroknast tí, sum Teistin og Smyril kosta í rakstri og tá verður tað ein vinningur fyri samfelagið.

- Sat eg við fíggjarlógini, skuldi eg í eini handavending funnið pening til Sandoyartunnilin, samstundis sum onnur øki verða bygd út.

Í høvdinum kemur hann ikki í tankar um nakað beint nú, men hann vísur á, at 60 milliónir er ikki meiri enn tað, sum landskassin hevur latið í skattalætta.