Skulum vær nú til Havnar suður

Stór dansistevna verður í Havn leygardagin. Umleið 600 dansifólk úr øllum landinum fara at hittast. Setanin, sum verður á Vaglinum klokkan 15.00 er almenn, meðan restin av tiltakinum bert er fyri tey, sum tilmeldað eru

 

Føroyskur dansur

Leygardagin klokkan 15.00 verður stóra dansistevnan sett á Vaglinum í Havn. Tá hittast fólk úr øllum dansifeløgunum í landinum.

Heðin Mortensen, formaður í mentunarnevnd Tórshavnar Býráðs fer at seta stevnuna. Eftir sjálva setanina verður tikið saman á Vaglinum, har Martin Tórgarð fer at skipa eina stutta vísu.

Fyrireikararnir av dansistevnuni, sum eru tey trý dansifeløgini í Havn, Tøkum Lætt, Dansifelag Kaggans og Dansifelagið í Havn, leggja dent á, at setanin á Vaglinum er einasta almenna tiltakið, sum verða á stevnuni. Restin av stevnuni er fyri teir tilmeldaðu luttakararnar.

Eftir setanina verður farið niðan í Ítróttarhøllina á Nabb, har borðhald verður fyri teimum 600 luttakarunum. Eftir døgurðan í ítróttarhøllini verður farið oman í Sjónleikarhúsið, har dansað verður til tann ljósa morgun.

Fyrireikararnir siga, at teir hava fingið alt Sjónleikarhúsið, sum tað er. Og teir leggja dent á, at hølini aftan fyri sjálvan salin eru tey rúmligaru hølini, so umstøðurnar verða góðar hjá fólki at hittast, um farið verður niður úr ringinum eina løtu. Móti morgni veðru morgunmatur, smurt breyð, at fáa í Sjónleikarhúsinum.

Stevnan er skipað á tann hátt, at hvørt felag møtir við sínum kvæði ella vísu. Skráin, sum hevur verið at fingið í Kunningarstovuni í Havn nú eina tíð, sær soleiðis út:

Norðstreymoyar Dansifelag: Tróndar kvæðið - Dansifelag Kaggans: Fípan Fagra - Nólsoyar Dansifelag: Fruntatáttur - Vága Dansifelag: Grindavísan - Tvøroyrar Dansifelag: Brestis kvæði - Dansifelagið í Havn: Jallgríms kvæði - Klaksvíkar Dansifelag: Viljorm Kornus kvæði - Tøkum Lætt: Hafburd Konge og Sivard Konge - Sumbiar Dansifelag: Herr Ålebrands vísa - Eysturoyar Dansifelag: Kong Hans - Dansifelagið í Suðuroyar norðaru helvt: Jøkils kvæði - Jómsvíkingar: Vilmunds kvæði og Stigum fast: Santa Jákups vísa.

Landsdansistevnan varð á fyrsta sinni hildin í 1983. Tað var Vága Dansifelag, sum tók stig til stevnuna, sum eisini varð hildin í Vágum ta ferðina. Síðan hevur hon verið hildin av dansifeløgunum kring landið, og er nú komin runt. Tó hevur hon einaferð fyrr verið hildin í Havn, men síðan tá er okkurt felag komið aftrat í Havn, og hevur tað so gjørt, at hon aftur verður í Havn hesaferð.