Løgtingið samtykti í gjár einmælt eftir uppskoti frá Framsókn at fyrireika yvirtøku av føroyska loftrúminum.
Yvirtøkan fer at skapa 50-100 vitanartung arbeiðspláss í landinum.
Ísland umsitur loftrúmið yvir Føroyum sambært avtalu við Danmark. Fyri hvørt flogfar, ið flýgur yvir Føroyum, fáa Ísland og Danmark eitt ávíst gjald, og gjaldið er størri, jú tyngri flogfarið er.
Einki land fær fíggjarligan vinning av at umsita loftrúm, tí allur peningurin skal nýtast til at tryggja flogferðslu gjøgnum loftrúmið.
Nógv tung flogferðsla er yvir Føroyum. Tað eru sostatt stórar inntøkur, ið eru við til at skapa og menna fleiri arbeiðspláss innan flogvinnuøkið og avleitt virksemi í Íslandi og í Danmark.
Við at yvirtaka umsitingina av loftrúminum yvir Føroyum kunnu hesar inntøkur verða við til at menna føroyska flogvinnuøkið, skapa avleitt virksemi og harvið skapa fleiri arbeiðspláss í Føroyum.










