- Um markið fyri at fáa studningin til útibúgvandi miðnámsskúlanæmingar verður flutt til 20 ár, eiga vit eisini at syrgja fyri við lóg, at »børnini« verða forsyrgd av foreldrunum, til tey eru 20 ár, siga Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldið.
- Um tey 18 ára gomlu ikki eru nóg vaksin at syrgja fyri sær sjálvum, eru tey so nóg vaksin at fara á val? Vit duga ikki at síggja tað skilagóða í at gera mun á einum 18 ára gomlum lesandi og einum 20 ára gomlum, siga Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldið í tíðindaskrivi.
Politisku ungmannafeløgini siga víðari í skrivinum:
»Vit vilja viðmerkja, at vit fegnast um, at fleiri eru sloppin inn á miðnáms- og hægru útbúgvingarnar. Tó vilja vit mótmæla skerjing av lestrar- og ferðastudninginum. Serliga mótmæla vit, at markið fyri at fáa hægra studningin (t.e. tey, sum ikki búgva heima og ganga í miðnámsskúla) verður flutt upp til 20 ár.
Tá ein verður 18 ár, verður ein myndug/ur og verður at rokna sum ein vaksin. Harafturat hevur eingin skyldu at uppihalda einum longur. Tí skal tað undir ongum umstøðum verða munur á studninginum hjá einum útibúgvandi 18 ára gomlum og einum 20 ára gomlum. Tað eru eisini nøkur, sum eru gift ella hava fingið børn, tá tey eru millum 18 og 20 ár, og at hesi og onnur 18 og 19 ára gomul eru noydd at flyta heim aftur til foreldrini, er serstakliga óvirðiligt. Tað eru heldur ikki øll, sum hava onkran at búgva heima hjá, eftir at tey eru blivin myndug. Hetta kann samanberast við grundgevingina fyri, at pensjónin kom á sinni. Líka óvirðiligt, sum tað er hjá einum eldri fólki at búgva heima og verða forsyrgt av børnunum, er tað fyri ein vaksnan persón at noyðast at sova hjá mammu og babba fyri at fáa ráð til gerandisdagin.
Um ein ikki hevur møguleika at búgva heima, so er helst bíligasta loysnin eitt kamar á næmingaheiminum. Á t. d. næmingaheiminum undir Fjalli í Tórshavn kostar eitt kamar kr. 1800,00 um mánaðin. Tað er allur studningurin hjá einum miðnámsskúlanæmingi undir 20 ár. At ganga í skúla verður roknað sum eitt fulltíðarstarv, og tí eigur tað ikki at vera neyðugt at arbeiða eftir arbeiðstíð.
Gera tit hesar skerjingarnar, kann hetta henda:
? Tey ungu fara uttanlands at ganga í miðnámsskúla. T.d. í Danmark er studningurin hægri og bústaðarmøguleikarnir nógv betri. Fara tey uttanlands eftir fólkaskúlan, knýta tey seg helst tættari at landinum, enn tey høvdu gjørt, um tey fóru uttanlands eftir loknan miðnámsskúla ? her hugsa vit um, at tey finna sær maka uttanlands o.s.fr.
? Tað verða tey, ið hava foreldur, sum hava ráð at geva teimum ?eyka studning?, sum fara at ganga í føroysku miðnámsskúlunum. Hetta er við til at skapa størri stættarmun í landinum, og hesum mótmæla vit harðliga.
? Tey ungu gevast í skúlanum og fara at leita eftir arbeiði, og tá er vandi fyri, at einki arbeiði er at fáa, og at tey tí mugu annaðhvørt til foreldrini ella til tað almenna at fáa stuðul. Vandin fyri, at hesi ongantíð fóta sær aftur í samfelagnum, er stórur.
Vit eiga ikki at gera mun á nøkrum, og tað gera vit við at geva nøkrum myndugum næmingum meira studning enn øðrum - uttan orsøk. Uppskotið er órættvíst, óvirðiligt, ikki í samsvari við vælferðarsamfelagið, ið vit ætla at skapa, og stríðir ímóti Visjón 2015«, siga Sosialitisk Ung og Unga Tjóðveldið.










