Nú er eitt uppskot lagt fyri Løgtingið at byggja eina risastóra høll til ítrótt, mentanartiltøk, ráðstevnur, og annað.
Tað er Tjóðveldi, sum leggur uppskotið fram og endamálið við tí er at fáa landsstýrið at kalla kommunur og privatar íleggjarar saman á fund fyri at gera eina avtalu um at fíggja og byggja eina tjóðarhøll til ítrótt og størri mentanartiltøk.
– Í langa tíð hevur politiski myndugleikin haltað aftaná, meðan okkara ítróttarfólk hava skapt so einastandandi úrslit í altjóða ítrótti, sigur Tjóðveldi.
Tey siga, at seinast hava bæði kvinnur og menn í hondbólti prógvað, at tað ber til hjá 53.000 fólkum í Norðuratlantshavi at spæla saman við fremstu lond í heiminum og tað gera tey við at seta sær stór mál og trúgva á egnan mátt, megi og samanhald.
– Sum so ofta er hetta framt av undangongufólki í feløgum og sersambondum undir kørgum fíggjarligum og vánaligum umstøðum, har landspolitikkur haltar aftaná og vantar visjónir og atgerðarmegi, sigur Tjóðveldi.
Tey vísa á, at hóast kommunur og land hava gjørt stórar íløgur í nýggjar skúlar og hallir til ítrótt hesi seinastu árini, eiga Føroyar onga høll, ið lýkur øll krøvini til landsdystir og altjóða ítróttakappingar.
– Føroyar sjálvsagt eiga at hava eina rættiliga stórhøll, ið lýkur øll altjóða krøv.
Kommunur, ítróttafeløg og privatir íleggjarar hava tikið ymisk stig til fyri at byggja eina stórhøll og marghøll til innandura ítrótt, ið lýkur øll altjóða krøv og eisini kann hýsa størri mentanartiltøkum, konsertum.
Tað fegnast tey í Tjóðveldi um, men tey halda, at landið má eisini taka ábyrgd av at menna eina tjóðarhøll, ið lýkur øll altjóða krøv og kann hýsa altjóða kappingum, sum Føroyar kunnu bjóða sær at hýsa.
– Tí eigur Løgtingið at biðja landsstýrið um at kalla kommunur og privatar íleggjara saman sum skjótast at gera eina avtalu um at land, kommunur og privat, byggja og fíggja høllina í felag.
Bæði í Sjóvar Kommunu, í Nes Kommunu, og í Tórshavnar Kommunu, hava tey umrøtt eina slíka ætlan. Tey í Tjóðveldi halda, at tað er ikki so avgerandi, hvar í landinum, hon verður bygd. Tað avgerandi er, at hon verður bygd sum skjótast, siga tey.