Undan aðalfundin hjá Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag Kristi himmalsferðardag, verður pallborðsfundur um innihaldið í barnaútvarpinum Hósdagin 1. mai ? Kristi himmalsferðardag ? verður pallborðsfundur í Hoyvíkar kirkju um innihaldið í barnaútvarpinum í Kringvarpinum. Jonna Fritsdóttir Mortensen og Vár Berghamar Jacobsen frá barnaútvarpinum og Marjon Poulsen frá barnaarbeiðinum hjá Heimamissiónini leggja fyri.
Greitt verður frá, hvussu innihaldið verður valt til barnasendingarnar. Tey, sum sita við pallborðið, lýsa innihald og virði í tilfarinum, sum verður sent í barnaútvarpinum.
Pallborðsfundurin er í sambandi við, at Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag (KLH) hevur aðalfund í Hoyvíkar kirkju Kristi himmalsferðardag kl.14.30.