Skulu vera svangir

Spælandi venjarin hjá Neistanum hevur roynt tað mesta sum spælari. Men hóast hetta, so er svongdin eftir at vinna tann sama. Og hann setir álitið á, at spælarar hansara eru minst líka svangir

Hondbóltur

 

Neistin er ikki akkurát hondbóltsliðið, sum hevur vunnið flestu steypaheitini á manssíðuni. Seinasti steypasigurin liggur afturi í 1994.

Spælandi venjarin hjá liðnum, Ingi Olsen, hevur tó roynt lutin oftari enn so nógv onnur. Sum spælari hevur hann fleiri ferðir verið við VÍF í finaluni, og sum venjari sat hann á beinkinum, tá Neistin seinast vann kvinnufinaluna.

Tí kennir hann karmarnar betur enn tey flestu, og hann staðfestir, at ein av hansara uppgávum leygardagin er at tálma fjálturin, sum annars kann raka spælararnar ein slíkan dag.

- Tað eru jú serligar umstøður kring ein slíkan dyst. Sjónvarpið sendir beinleiðis, og bæði bløð og miðlar annars gera nógv burturúr. Og við nýggja hondbóltsgólvinum at spæla á er eisini sjónligur munur á til ein slíkan dyst, sigur Ingi Olsen.

- Leikluturin hjá mær er tó at fáa spælararnar at hugsa um hetta sum ein og hvønn annan dyst. Tað snýr seg altso um ein dyst upp á 60 minuttir, har vit sum spælarar skulu avgera tingini á hesum somu 20 ferðir 40 metrunum, og so mugu vit halda fokus á tí.

Tit hava bæði vunnið og tapt móti Kyndli í vetur. Hvat slag av dysti roknar tú við, at vit koma at síggja í mansfinaluni?

- Finaludystir eru ofta ringir at forútsíggja. Bæði liðini fyrireika seg ótrúliga væl, og talan verður ofta um javnar dystir. Og tað rokni eg eisini við, at tað verður hesaferð. Taktiskt verður talan helst eisini um spennandi, og tað verður helst hips um haps, hvør fer avstað við tí. Men vit ætla so at gera okkara til, at tað skal eydnast.

Og hvat skal rigga serliga væl hjá tykkum, um tað skal eydnast?

- Vit hava havt tað heldur stríggið í verjuni, og tað skal rigga líka væl, sum tað hevur gjørt teir báðar seinastu dystirnar. Í álopinum hevur tað riggað betur og betur hjá okkum, men í dystunum hava vit havt nøkur útfall, har vit tapa løtur av dystinum stórt. Sleppa vit undan tí, so skuldi staðið hampuliga væl til, haldi eg, sigur Ingi Olsen, sum helst sjálvur verður annar av heilt drúgvu vetarunum á vøllinum leygardagin.