Skulu vera betri

Vit fingu orðið á tvífaldaða málskjúttan hjá HB eftir dystin. Vit spurdu Páll M. Joensen, um tað er nøktandi hjá at tapa stig ímóti aftasta liðnum.

- Nei, sjálvandi ikki. Um vit skulu fylgja við EB/Streymi, so mugu vit vera betri til slíkar dystir. Á útivølli á Sandi er ikki nakar lættur dystur, men hetta eru dystir, har vit eiga at vinna, heldur hann.

Hann vil tó einki taka frá B71 og Gudmundi Nielsen.

- Vit eru ein í undirtali, og tað spælir inn. Men vit klára at skora eitt mál í undirtali, og eiga at klára at halda tí. Gudmund skorar tó tvey góð mál og berjist væl við okkara verju. Kreditt til hann, sigur Páll.

Fær EB/Streymur trý stig í kvøld, so liggja teir heili 7 stig á odda. Hann hevur tó framvegis góðar vónir.

- Tað eru framvegis nógv stig at spæla um. Hetta er ikki nøktandi, men vit kunnu koma aftur, og vit hava als ikki givið upp, sigur Páll M. Joensen at enda.