Sambandsflokkurin hevur aðalfund í morgin.
Magni Laksáfoss er næstformaður í flokkinum, men á aðalfundinum í morgin fær hann eina avbjóðing frá Helga Abrahamsen.
Sambandsfelagið í Eysturoynni, Samhald, hevur skotið Helga Anrahamsen upp sum mótvalevni til Magna Laksáfoss.
-Vit eru ein demokratiskur flokkur, so feløgini hava sjálvandi altíð møguleika at koma við uppskotum til, hvør skal manna álitissessirnar, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Sambandsflokkurin hevur landsfund á Hotel Hafnia í morgin, har næstformaður skal veljast.