Skulu veita lærarunum ráðgeving

Í Námi er skipað nýggj námsfrøðilig ráðgeving. Tríggir námsfrøðiligir ráðgevar eru settir í parttíðarstarv at veita lærarum ráðgeving og sparring í føroyskum og lesimenning, støddfrøði og náttúru og tøkni, og í handaverki og list. Ráðgevingin, sum skal skipast í tøttum tilknýti til einstøku skúlarnar, er liður í menningartilgongdini í Mentamálaráðnum og Námi, skrivar Skúlablaðið.

 

Toymið, sum er Asta Wolles, Katrin Gullbein og Tóra Joensen, ynskir at koma út í hvønn skúla, so námsfrøðiliga ráðgevingin tekur støði í dagligu undirvísingini.

 

- Ráðgevarnir kunnu taka lut á flokstoymisfundum og faktoymisfundum. Á smæstu skúlunum, sum ikki hava toymi, kunnu ráðgevarnir verða við á ráðleggingarfundum, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi, við Skúlablaðið.

 

Emmy S. Joensen, ið er nýsettur ráðgevi í almennari námsfrøði, leggur áherðslu á, at hetta er partur av námsfrøðiligu menningini í Námi.

 

- Saman við skúlunum, Mentamálaráðnum og Undirvísingarstýrinum fer skipanin at lyfta alt skúlaverkið uppaftur longri upp, sigur Emmy S. Joensen.

 

- Uppgávan hjá mær verður at fylgja við í tí, sum hendir í lærugreinini, fylgja við í gransking á økinum og hava tætt samband við skúlar og vónandi vera ein hjálp og stuðul í fakligu og námsfrøðiligu avbjóðingunum, lærarar standa í, sigur Asta, sum 1. oktober tók við ráðgevastarvi í Námi.

 

- Aftur at tí handaliga havi eg altíð havt stóran áhuga fyri náttúrulærugreinunum, serliga støddfrøði, sigur Katrin, sum 1. oktober tók við ráðgevastarvi í Námi.

 

- Hóast eg havi nomið við flestu lærugreinarnar í fólkaskúlanum, so hava tær skapandi lærugreinarnar eisini fylt nógv á tímatalvuni, og tað er ikki av tilvild. Júst hesar lærugreinarnar dámdi mær best, tá ið eg sjálv gekk í skúla, og tað vísir seg, at áhugin fyri hesum lærugreinum er enn. Soleiðis sigur Tóra, sum 1. oktober tók við ráðgevastarvi í Námi.

 

Les meiri um tær tríggjar í Skúlablaðnum.