Skulu umvæla fyri 100 milliónir

1. januar 2019. Tá verður nýggja løgreglustøðin í Húsagøtu væntandi klár.

 

John Kølbæk, fúti, sigur, at Bygningsstyrelsen í Danmark, sum eigur húsið, kemur til Føroya í apríl at hava fundir við byggifyritøkur í Føroyum, ið kunnu verða við í arbeiðinum at umvæla húsið, soleiðis at tað kann nýtast til eina løgreglustøð.

 

Les eisini: Er sloppin av við gamla bankabygningin

 

- Arbeiðið verður boðið út í ES londunum og í Føroyum eisini. Talan er um eitt arbeiði, ið tilsamans kemur at kosta um 100 milliónir krónur. Tá verður bert betongið standandi eftir av núverandi bygningi. Síðan skal alt gerast av nýggjum og ein hædd leggjast afturat, segði John Kølbæk við KVF týsdagin.

 

Bygningsstyrelsen keypti bygningin í Húsagøtu frá Tórshavnar kommunu fyri góðar 40 milliónir krónur at brúka til løgreglustøð. Løgreglan í Føroyum hevur verið í leigaðum hølum, síðan tey fóru úr gomlu støðini í Jónas Broncksgøtu vegna blámusópp.