Hósdagin samtykti Tórshavnar Býráð at keypa eitt stórt grundstykki undir Kongavarða á Argjum frá Eik Banka fyri 14,5 milliónir krónur. Talan er um øki, sum Valbjørn Dalsgaard í sínari tíð bygdi eina stóra verkætlan á, áðrenn felagið fór á húsagang.
- Tað snýr seg um 80 grundstykkir og 32 randarhús, sigur Tróndur Sigurðsson, formaðu í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð.
- - Vit hava valt at broyta ætlanina, so at tað verða grundstykkir omanfyri og randarhús niðanfyri.
Tróndur Sigurðsson sigur, at byggi- og býarskipanarnevndin nú fer undir at viðgera, hvørjar byggisamtyktirnar skulu vera, millum annað við atliti at, at tryggja øllum gott útsýni.
- - Vit ætla at stýra hæddini, á teimum húsunum, sum vera bygd uppi yvir, so at øll fáa tað útsýni, sum økið hevur við sær.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Trónd Sigurðsson.
Les eisini Yvir 100 nýggj grundstykki á Argjum.
Les eisini 100 grundstykki afturat í Havn.










