Skulu spara 10%

Jørgen Niclasen, formaður í fólkaflokkinum og landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at málið er, at miðfyrisitingin skal kosta 10% minni um trý ár

 

 

Fólkaflokkurin hevði landsfund um vikuskiftið, og eftir fundin eru greiðu boðini frá formanninum, at tað almenna skal spara.

 

- Vit skulu hava meira fyri tað sama. Vit mugu hugsa stutt, og vit mugu hugsa langt. Tí hava vit framt og sett okkum fyri at fremja nýskipanir. Tað segði Jørgen Niclasen í formansfrágreiðing síni, nú Fólkaflokkurin hevði landsfund um vikuskiftið.

 

Jørgen Niclasen vísti á, at komandi árini sær inntøkusíðan út til at halda og vaksa. Avbjóðingin er útreiðslurnar og avbjóðingarnar eru stórar, sigur hann.

 

- Avbjóðingar verða ikki minni av, at talið av eldri fólki er vaksandi. Hetta hevur við sær, at útreiðslurnar innan eitt nú eldraøkið væntandi fara at vaksa munandi komandi árini.

 

Fyri at spara pengar skulu aðalráðini samskipast. Og ætlanin er at spara tíggju prosent næstu trý árini.

 

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, vitjaði fyrr í dag Rásarúmið, og prátið við hann kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.