Skulu sleppa undan avgjaldi til 2030

Men nú sær út til at stuttskygd áhugamál hjá nøkrum fáum bilaseljarum verða tikin fram um áhugamálini hjá samfelagnum

Elbilar eiga at sleppa undan avgjaldið til 2030. Tað halda tey í nevndini í Elbilafelagnum.

Løgtingið viðger eitt uppskot frá landsstýrinum um at skipanin, har elbilar sleppa undan at rinda mvg, og onnur avgjøld, skal halda fram. Men sum nakað nýtt ætlar landsstýrið eisini at gera tað bíligari at keypa hybrid bilar, og tað tekur meirilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum undir við.

Ætlanin er, at hendan skipanin skal vera í gildið í tvey ár afturat, at tí frá 2023 skulu tey, sum keypa elbil, aftur rinda eitt avmrkað avgjald.

Men tey í Elbilafelagnum halda, at hetta er ikki nóg mikið til at at ferð av álvara kemur á at skifta bensinbilar og dieselbilar út við elbilar.

– Londini rundan um okkum arbeiða við longri og meira hóskandi tíðarætlanum. Eitt nú hevur stjórnin í Danmark boðað frá, at í 2025 fara tey at eftirmeta støðuna, men at skipanin fer at halda fram til 2030, við tí fyri eyga, at í 2030 skulu ein millión bilar verða í Danmark, sum einki, ella næstan einki útlát, hava.

Tí vóna tey í Elbilafelagnum, at Løgtingið fer at vísa orðini í samgonguskjalinum í verki, tí har stendur, at samgongan skal føra ein framfýsnan orku-og umhvørvispolitikk.

Tí vilja tey hava Løgtingið at samtykkja eina lóg, sum stuðlar uppundinr at vit fara at keypa elbilar í stórum tali, heldur enn at stuðla upp undir tey stuttskygdu áhugamálum hjá nøkrum fáum bilaseljarum, so at teirra áhugamál verða tikin fram um áhugamálini hjá samfelagnum

Tí halda tey, at myndugleikarnir binda seg til at stuðla og eggja til skiftið til elbilar til 2030, men at endurskoða skipanina í 2025.

Øll akfør, sum hava nakað sum helst útlát, skulu ikki stuðlast, og leigubilar skulu ikki kunna seljast við betri sømdum, enn teir longu hava, uttan so, at teir einki útlát hava.

Sum vit skrivaðu í áðni, taka tey als ikki undir við at hybridbilar eisini skulu sleppa undan avgjaldi og tað er hetta tey hugsa um, tá ið tey siga, at tey stuðla stuttskygdum áhugamálum hjá bilaseljastunum.

LES EISINI HER: Bíligari erbilar: Nú er alt vent á høvdið

Í nevndini í felagnum fyri elbilar, eru: Justin Philbrow, formaður, Herdis Danielsen, næstforkvinna og Martin Andreas Kruse, skrivari.