Nú skal tað eisini bera til at taka súkkluna við í býbussarnar í Havn.
Tað heldur Marin Katrina Frýdal, limur í teknisku nevnd í Tórshavnar Býráð og hetta er eisini eitt mál, nevndin fer at viðgera nú.
Hon sigur, at áhugin fyri at súkkla til og frá arbeiði, til og frá frítíðarvirksemi og øðrum, tykist at vera vaksandi, og tí eru tað mong sum sakna, at tað skal bera til at faa súkklurnar við í býbussarnar.
- Kommunan eigur at stuðla súkklumentanini, tí umframt at súkkling gevur rørslu og vælveru, gevur hon eisini náttúru- og mentanarupplivingar.
Marin Katrina Frýdal staðfestir, at seinastu árini hevur súkklufólkið fingið betri umstøður og nú er tað ein natúrligur partur eisini at gera súkklurásir, tá ið vegir og gøtur verða gjørd.
- Nú er tíðin búgvin at fara eitt stig víðari, við at lata Bussleiðina og súkklandi stuðla og fáa gagn av hvørjum øðrum til frama fyri kollektivu ferðsluni, umhvørvinum og fólkaheilsuni.
Hon heldur, at sleppa fólk at taka súkkluna við í bussarnar, fer tað eisini at lætta um trýstið á parkeringsplássini í miðbýnum.
- So kunnu fólk, sum arbeiða í miðbýnum og búgva í útjaðaranum, fáa gagn av hesum møguleika, tá ið tað er ov møtimikið at súkkla báðar vegir av illveðri ella øðrum orsøkum.