Vindeyguni á Hotel Hafnia gýsa nú so illa og leka eisini í summum førum, at nú verða tey skift.
Hesa vikuna hava fólk varnast, at nakað gongur fyri seg uttan fyri Hotel Hafnia á Áarvegnum.
Har eru komnar plátur upp fyri niðastu hæddina, og stillads stillað upp.
- Tað eru vindeyguni, sum skulu skiftast. Tey eru farin at leka og gýsa, og hartil skal eisini fasadan skiftast, siga menn frá Articon.
Teir rokna við, at arbeiðiðfer at taka eina tíð, tí vindeyguni eru júst umbiðin, og tað tekur væntandi einar tveir mánaðar at gera tey.
- Vit skulu eisini seta stilladsini allar teir 24 metrarnar upp, sum bygningurin er. Hartil skulu vit gera ein goymslubygning, har vit skulu goyma tilfarið, siga menn frá Articon.










