Átta føroyskar útflutningsfyritøkur eru við, tá heimsins størsta messa innan sjógæti, Seafood Expo Global 2015, letur upp í Brüssel í morgin.
Eisini hava Føroyar - sum vanligt - sín egna bás á messuni, sum varir í tríggjar dagar, og har fær føroyska útflutningsvinnan samband við bæði verandi og nýggjar kundar og marknaðir.
Niels Winther frá Vinnuhúsinum er staddur í Brüssel, har síðsta hond nú verður løgd á føroyska básin, ið skal gera Føroyar sjónskar í øllum hesum meldrinum, og Hilmar Jan Hansen hevði eitt prát við hann í tíðindunum á Rás 2 í dag, har hann greiddi frá, hví føroyska vinnan er umboðað á messuni.
Tær átta føroysku fyritøkurnar, sum eru á básinum hesaferð, eru Bakkafrost, Hiddenfjord, JFK, PRG-Fiskavirkið, North Pelagic, Varðin Pelagic, Pelagos og Landshandilin.